Námsfrøðiligt eftirlit

Námsfrøðiligt eftirlit verður á hvørjum ári framt við tilboðum og tænastum, sum vera veitt sambært kapittul 5 og 6 í almannalógini.

Eftirlitið verður framt við heimild í § 69 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur og kunngerð nr. 226 um námsfrøðiligt eftirlit.

Endamálið við eftirlitinum er at tryggja, at tilboð og tænastur virka sambært ætlan og virkisætlan, at búfólk og persónar, sum fáa tilboð og tænastur, trívast og mennast, at hølisviðurskifti eru hóskandi, og at fakliga støðið hjá starvsfólkunum er nøktandi.

Eftir eftirlitsvitjanina verður ein frágreiðing gjørd og latin Almannaverkinum, møguligum borgara- og avvarðandiráði og avvarðandi áhugafelag, í seinasta lagi 6 mánaðir eftir vitjanina. Frágreiðingin er dulnevnd.

Verður í frágreiðingini staðfest, at tørvur er á ábótum, kann landsstýrisfólkið áleggja teimum, sum varða av tilboðnum, innan eina nærri ásetta freist at seta neyðug tiltøk í verk fyri at bøta um umstøðurnar.

Tað er Almanna- og heilsumálaráðið, ið stendur fyri eftirlitinum