Námsfrøðiligt eftirlit 2024

Í 2024 varð avtala gjørd við Menning.info við Jóhannesi Miðskarð, ph.d., um at fremja námsfrøðiligt eftirlit við 10 tilboðum hjá Almannaverkinum. 

Talan er um hesi tilboð:

•    Bú- og viðgerðarstovnurin á Jústabrekku
•    Sambýlið og Búfelagsskapurin á Mýrini
•    Sambýlið á Blikagøtu
•    Sambýlið og Búfyriskipanin í Stoffalág
•    Sambýlið við Sílá
•    Mýrisóljan
•    Verkstaðið á Bakka
•    Frítíðartoymi á Tinghúsvegnum
•    Frítíðartilboðið á Høgabóli
•    Klubbtilboðini á Tinghúsvegnum

Eftirlitið varð framt í november og desember 2024, og frágreiðingarnar vórðu latnar Almanna- og mentamálaráðnum í mars 2025. Frágreiðingarnar eru nú sendar avvarðandi pørtum.

Samandráttur av eftirlitsfrágreiðingunum fyri 2024 og viðmerkingarnar frá Almannaverkinum til tilmælini frá eftirlitinum kunnu lesast á leinkjunum til høgru.