Námsfrøðiligt eftirlit 2025
Í 2025 varð avtala gjørd við Menning.info við Jóhannesi Miðskarð, ph.d., um at fremja námsfrøðiligt eftirlit við 8 tilboðum hjá Almannaverkinum.
Talan er um hesi tilboð:
- Sambýlið á Bárðarfløtti
- Sambýlið Eiðisgarður
- Dagtilboðið Heildin
- Sambýlið á Niðaragøtu
- Depilin á Skálagarði
- Stuðulstænastur í Suðuroy
- Stuðulstænastur í Suðurstreymoy
- Íbúðirnar á Stoffalág og fyriskipanin á Sundsvegnum
Eftirlitið varð framt í oktober og november 2025, og frágreiðingarnar vórðu latnar Almanna- og heilsumálaráðnum í januar og í februar 2026. Frágreiðingarnar eru nú sendar avvarðandi pørtum.
Samandráttur av eftirlitsfrágreiðingunum fyri 2025 og viðmerkingarnar frá Almannaverkinum til tilmælini frá eftirlitinum kunnu lesast høgrumegin