Dagtilboðið Heildin


Dagtilboðið Heildin er ætlað vaksnum borgarum við seinheilaskaða. Eftirlitið hesaferð fevnir um trivnað og menning, fakligt arbeiðslag, arbeiðshættir, samsvar millum ætlan og praksis, og organisatión og leiðslu. Skjøl og samrøður við borgarar, starvsfólk og avvarðandi vísa eina greiða mynd av einum vælskipaðum og fakligum góðum tilboði. Dagtilboðið rúmar í løtuni 20 borgarum.

Trivnaður og menning
Eftirlitið vísir, at flest allir borgarar hava ein tryggan og innihaldsríkan gerandisdag við fjølbroyttum virksemi, sum gevur bæði sosiala, kensluliga og kropsliga menning. Borgararnir uppliva starvsfólkini sum nærverandi, fyrikomandi og fakliga dugnalig, og kenna seg hoyrdar og virdar, m.a. við borgarafundum og dagligum samskifti. Samstundis sæst, at einstakir borgarar, sum hava størri tørv á stuðli, hava tað trupult í einum so stórum tilboði, og trivnaðurin hjá hesum borgarum, er ikki eins góður sum hjá meirilutanum.

Fakliga støðið hjá starvsfólkunum
Starvsfólkini arbeiða við einum fakligum og relationsgrundaðum arbeiðslagi, har dentur verður lagdur á tryggleika, virðing og stuðul. Fakligi førleikin og samstarvi millum starvsfólkini, gevur eina samanhangandi tilgongd í gerandisdegnum, og starvsfólkini sýna eina jaliga menniskjaáskoðan og ábyrgdarkenslu. Skjølini vísa, at starvsfólkini átaka sær uppgávur, sum eru uttanfyri vanligar arbeiðsuppgávur, og at hetta hevur stóran týdning fyri borgararnar.

Arbeiðshættir og háttalag
Arbeiðslagið er viðurkennandi og lagað eftir førleikum og tørvi hjá borgarunum. Dentur verður lagdur á gerandisendurvenjing, felagsskap og uppgávur, sum varðveita og menna førleikar. Starvsfólkini arbeiða miðvíst fyri at skapa eina góða skipan, og borgararnir uppliva seg tryggar í dagligu rútmuni. Arbeiðshættirnir eru góðir í praksis, hóast nógv ikki er formliga fest á blað.

At tænastan virkar sambært ætlan og virkisætlanir
Arbeiðið við samstarvsavtalum er farið í gongd og skapar eina greiða kós í arbeiðinum, og ætlanin er, at allir borgarar skulu hava eina samstarvsavtalu. 

Organisatión og leiðsla
Samstarvið millum starvsfólk og leiðara virkar væl í praksis, hóast ábyrgdarbýtið í síni heild, ikki er fest á blað. Arbeiðslagið tykist grundað á álit, gott samskifti og felags fakligari kós, og organisatiónin hongur væl saman í dagliga virkseminum. 

Les tilmælir og áheitanir frá Eftirlitinum til Dagtilboðið Heildin her