Tilmælir og áheitanir frá Eftirlitinum á Dagtilboðnum Heildin


Mælt verður Almannaverkinum til at umhugsað, um eitt annað tilboð skal stovnast afturat, ið er minni, og har fleiri starvsfólk eru tøk. 

Almannaverkið viðmerkir
Almannaverkið hevur, við støði í verandi tørvi, avgjørt at uppnormera Heildina við einum starvsfólki. Almannaverkið fer tó at umhugsa, um tað er neyðugt at stovna eitt tilboð afturat.

Mælt verður Almanna– og heilsumálaráðnum til at umhugsa, um ein tvørgangandi depil fyri seinheilaskaða skuldi verið settur á stovn, ið savnar t.d. læknavitan, námsfrøði og hjálp til avvarðandi.

Almanna- og heilsumálaráðið viðmerkir
Almanna- og heilsumálaráðið tekur tilmæli við í víðari arbeiði á økinum.

Mælt verður tilboðnum til at gera samstarvsavtalur við allar borgarar. 

Almannaverkið viðmerkir
Tilgongdin at gera samstarvsavtalur við allar borgarar er byrjað.

Mælt verður til, at Almannaverkið veitir fakliga vitan innan seinheilaskaða, afasi og neuronámsfrøði. 

Almannaverkið viðmerkir
Almannaverkið hevur gjørt avtalu við Klaksvíkar Sjúkrahús um undirvísing innan seinheilaskaða. Almannaverkið fer at tryggja tætt samstarv ímillum eindirnar, so starvsfólkini í Heildini eisini fáa ta vitan, teimum tørvar innan seinheilaskaða, afasi og neuronámsfrøði. 

Mælt verður tilboðnum til at fáa stóru vitanina, sum fyrstu starvsfólkini hava uppbygt, festa niður á blað

Almannaverkið viðmerkir
Farið verður undir at skipa so fyri, at vitanin verður skjalfest.

Eingin áheitan verður givin.