Íbúðirnar á Stoffalág og fyriskipanin á Sundsvegnum
Hetta eftirlitið fevnir um íbúðirnar á Stoffalág og einstaklingafyriskipanina á Sundsvegnum. Íbúðirnar á Stoffalág fevna um fimm íbúðir til vaksnar borgarar við seinheilaskaða, og eitt felagshús. Tilboðið er mannað alt samdøgrið. Dentur verður lagdur á at skapa tryggar karmar og eitt so vanligt og heimligt lív, sum til ber. Einstaklingafyriskipanin á Sundsvegnum er eitt tilboð til ein borgara við seinheilaskaða.
Trivnaður og menning hjá húsfólkum
Eftirlitið vísir, at húsfólkini yvirskipað hava ein tryggan gerandisdag, har starvsfólkini eru nærverandi, og tey leggja dent á ein róligan og virðiligan samskiftishátt. Nøkur húsfólk hava avmarkað samskifti, og tí verður trivnaðurin hjá teimum í størri mun tulkaður út frá atferð, rútmu og kropsligum atburði. Samlað sæst, at trivnaðurin er støðugur, og at møguleikar eru at arbeiða víðari við menning, sosialari luttøku og dagligum virksemi.
Fakliga arbeiðið hjá starvsfólkum
Starvsfólkini vísa ein jaligan hugburð og kenna væl tørvin hjá húsfólkunum. Tey arbeiða við umsorgan, tolni og eini fakligari tilgongd, har tryggleiki og støðufesti eru í miðdeplinum. Arbeiðið er fjølbroytt og krevjandi, og starvsfólkini hava góðar royndir innan bæði røkt og dagligan stuðul. Skjølini vísa á, at starvsfólk hava fylgt viðkomandi skeiðum, eitt nú KRAP, og at tey hava greiða fatan av tørvunum hjá húsfólkunum. Samstundis er tað sjónligt, at starvsfólk vilja hava fleiri møguleikar fyri fakligari menning og regluligari vegleiðing, soleiðis at tey kunnu styrkja menningina í tilboðinum. Eftirlitið vísir sostatt á ein fakligan grundvøll, sum kann styrkjast víðari við meiri skipaðum førleikamennandi tilboðum frameftir.
Ætlan og virkisætlan
Innleiðandi dokumentatión, innskrivingarskjøl og lýsingar av tørvi eru væl skrivað og greið. Virkisætlanir verða brúktar í tilboðunum, tó ikki eins skipað í báðum. Í nøkrum pørtum eru virkisætlanirnar undir uppbygging. Starvsfólkini vísa vilja til at arbeiða støðugt við teimum, soleiðis at mál, átøk og menning verða enn meira sjónlig og samskipað. Umframt at arbeiða við ætlaðum málum, hevur gerandisformurin stóran týdning, tí húsfólk hava ymiska orku, samskiftismøguleikar og dagligar fortreytir frá degi til dags. Eftirlitið vísir, at grundarlagi er gott, og at virkisætlanirnar kunnu brúkast enn meira virkið, sum eitt amboð til fakligan samanhang, samskifti og menning.
Arbeiðshættir og háttalag
Arbeiðslagið er lagt eftir einum róligum og umsorganarríkum hugsunarhátti, har starvsfólk leggja seg eftir at skapa tryggleika og góðar relatiónir. Tilgongdin er eyðkend av virðing, nærleika og skili fyri tørvi, og starvsfólkini arbeiða miðvíst við at laga dagin eftir førleikum og orku hjá hvørjum borgara. KRAP er kent millum starvsfólk, men verður brúkt í minni mun. Nógv av arbeiðinum byggir á praktiskar royndir og dagliga samskiftisvenju. Hetta gevur eina natúrliga og støðuga tilgongd, sum kann styrkjast víðari við einum felags námsfrøðiligum leisti, har meira kemur á skrift. Samlað er arbeiðslagið gott, mennandi og lagað til málbólkin. KRAP kann við fyrimuni setast meira í verk.
Organisatión og leiðsla
Leiðslan hevur verið tøk og til reiðar at tosa við starvsfólk, og starvsfólk uppliva eitt gott samskifti og álit í dagliga samstarvinum. Leiðslubroytingar og sjúkraskriving hava merkt seinastu tíðina, og tað hevur av og á gjørt dagligu samskipanina minni greiða.