Tilmælir og áheitanir frá Eftirlitinum til Íbúðirnar á Stoffalág og fyriskipanin á Sundsvegnum
Heitt verður á Almannaverkið um at gera greiðar niðurskrivaðar ætlanir, við t.d. lutmálum og tíðarásetingum, í sambandi við ætlaðu samanleggingina av tilboðunum á Sundsvegnum og á Stoffalág.
Almannaverkið viðmerkir
Almannaverkið er í ferð við hetta arbeiðið.
Heitt verður á Almannaverkið um at taka starvsfólkini við í tilgongdina at fyrireika samanleggingina.
Almannaverkið viðmerkir
Felags fundur hevur verið, og ætlan er løgd fyri, hvussu starvsfólkini í Stoffalág læra nýggjar borgarar at kenna áðrenn flytan. Tað verða framhaldandi felags fundir.
Mælt verður til, at starvsfólkabólkurin bæði fær supervisjón í bólki og tilboð um einsæris supervisjón.
Almannaverkið viðmerkir
Ætlan er løgd fyri supervisjón í 2026.
Heitt verður á tilboðið um at skipa verður fyri fleiri tiltøkum í felagshúsinum, og at hvør einstakur verður stuðlaður í at vera virkin í gerandisdegnum.
Almannaverkið viðmerkir
Felagshølið var upprunaliga gjørt til eitt arbeiðshøli fyri øll starvsfólkini í Stoffalág, har høli kundi brúkast viðhvørt til okkurt felags fyri borgararnar. Tað verður gjørdur døgurði hvønn dag, har allir borgararnir koma at eta saman. Er nakað serligt á skrá, so samlast nøkur eina løtu um kvøldið. Borgararnir verða stuðlaðir í at verða virkin, alt eftir tørvi og førimuni hjá tí einstaka. Borgararnir eru sera ymiskir og hava sera ymiskan tørv.
Heitt verður á tilboðið um at gera dagsskráir til húsfólkini – serliga til húsfólk, ið ikki fara á dagtilboð.
Almannaverkið viðmerkir
Dagskrá er fyri tveir borgarar, sum ikki kemur fram í eftirlitsfrágreiðingini, men har manglar ein eftirmeting. Farið verður undir at arbeiða meira tilvitað við dagsskrá fyri borgarar, ið ikki fara á dagtilboð.
Mælt verður til, at Almannaverkið samskiftir við Almanna- og heilsumálaráðið um ivamálini, sum eru viðvíkjandi tannlæknahjálp.
Almannaverkið viðmerkir
Almannaverkið fer at taka stig til, at viðkomandi fær tannlæknahjálp.
Heitt verður á tilboðið um at tryggja, at fráboðanir um harðskap verða skrivaðar, og at starvsfólkini fáa hjálp við hesum, um tey ivast. Eisini verður heitt á leiðaran um at gera eitt støðugt arbeiði við at greina fráboðanirnar.
Almannaverkið viðmerkir
Farið verður undir at betra um arbeiðið við harðskapi.
Mælt verður á tilboðið í størri mun at nýta námsfrøðilig amboð til at minka um spentar støður, sum t.d. “low arausal” og “ferðsluljósskipan”.
Almannaverkið viðmerkir
Farið verður undir at legga undirvísing til rættis í seinheilaskaða og øðrum arbeiðsamboðum, t.d. KRAP og low arausal.
Heitt verður á tilboðið um at fáa virkisætlanir at virka sum ætlað.
Almannaverkið viðmerkir
Farið verður undir at gjøgnumganga og dagføra virkisætlanir.
Mælt verður til, at KRAP verður nýtt; eftirlitið hevur sæð, at tað verður nýtt í øðrum tilboðið til seinheilaskaða, so fakliga letur hetta seg gera.
Almannaverkið viðmerkir
Farið verður undir at arbeiða við KRAP sum skjótast.
Mælt verður til, at starvsfólk fáa ta vitan um seinheilaskaða, sum teimum manglar. Eftirlitið hevur sæð henda tørv á øðrum tilboðnum eisini, og heitir tí á Almannaverkið um at umhugsað, um okkurt skuldi verið gjørt í felag, men so má okkurt eisini gerast í mun til einstaka tilboðið.
Almannaverkið viðmerkir
Farið verur undir at fyriskipað undirvísing í seinheilaskaða.