Sambýlið á Niðaragøtu
Sambýlið Niðaragøta er eitt bútilboð hjá Almannaverkinum, ætlað til vaksin fólk við seinheilaskaða.
Trivnaður og menning hjá húsfólkunum
Eftirlitið vísir, at húsfólkini í Sambýlinum Niðaragøta trívast væl og eru trygg. Tey hava jalig sambond við onnur og hava ein innihaldsríkan gerandisdag. Sosialir felagsskapir eru til húsfólkini, og frítíðarvirksemi og gott samskifti við starvsfólk, er ein natúrligur partur av lívinum. Sambandi millum starvsfólk og húsfólk er nærverandi, og tey laga seg til hvørt annað. Húsfólkini fáa stuðul til at hava samband við familju og at luttaka í virksemi uttanfyri húsið, um tey ynskja tað og hava førleika til tað. Eftirlitið staðfestir, at støðið í trivnaðinum og menningini er gott, og at grundarlagið fyri persónligum tryggleika og felagsskapi er gott.
Fakliga støðið hjá starvsfólkunum
Starvsfólkini vísa góðan fakligan førleika og hava drúgvar arbeiðsroyndir við fólkum við seinheilaskaða. Tey arbeiða miðvíst við viðurkennandi tilgongd, og hava øll fingið KRAP-skeið, umframt at tey regluliga fáa supervisjón. Arbeiðsumhvørvið er støðugt, og starvsfólk trívast væl í síni arbeiðsuppgávu. Eftirlitið vísir, at starvsfólkini hava eitt jaligt, virðiligt og fakliga grundað samstarv við húsfólkini, og at tey leggja stóran dent á, at laga daglig tiltøk og stuðul eftir tørvinum hjá tí einstaka.
Ætlan og virkisætlan
Eftirlitið vísir, at tilboðið arbeiðir við virkisætlanum, sum verða eftirmettar og dagførdar regluliga. Virkisætlanirnar geva eina greiða mynd av heildarmenningini av málum, førleikum og tørvi hjá einstaka húsfólkinum, og verða brúktar sum grundarlag fyri dagliga arbeiðinum. Starvsfólk arbeiða við at tryggja, at málini eru hóskandi og meiningsfull, so húsfólkið fær rætta stuðulin í trivnaði og viðlíkahald av førleikum. Heildarmyndin er, at tilboðið livir væl upp til krøvini um at arbeiða eftir ætlan og virkisætlan.
Arbeiðshættir og háttalag
Sambýlið arbeiðir við viðurkennandi námsfrøði og KRAP, og starvsfólk hava eina samanhangandi og virðiliga tilgongd til húsfólkini. Arbeiðshættirnir leggja dent á stuðlandi dialog, sjálvhjálp, sosialan felagsskap og dagligar rutinur, og tað sæst, at starvsfólk leggja sær eftir at skapa tryggleika og struktur í dagligdegnum. Eftirlitið vísir, at tilboðið arbeiðir miðvíst við at tryggja, at arbeiðshættirnir eru fakliga grundaðir og lagaðir til tørvir og førleikar hjá húsfólkunum.
Organisatión og leiðsla
Tilboðið hevur eina vælskipaða organisatión, har leiðsla og starvsfólk hava greiðar leiklutir og eitt jaligt samstarv. Arbeiðsuppgávur, ábyrgdarbýti og dagligar mannagongdir eru greiðar og skapa ein stabilan og tryggan rakstur. Leiðslan er tøk, stuðlandi og arbeiðir saman við starvsfólkum um at tryggja fakliga menning og góða tænastu. Heildarmetingin er, at Sambýlið Niðaragøta hevur eina vælvirkandi organisatión, sum tryggjar samanhang og dygd í tænastuni.
Les tilmælir og áheitanir frá Eftirlitinum til Sambýlið á Niðaragøtu her