Tilmælir og áheitanir frá Eftirlitinum til Sambýlið á Niðaragøtu

Mælt verður til at styrkja samstarvið við avvarðandi munandi við kunning, statusfundum og felagstiltøkum. 

Almannaverkið viðmerkir
Almannaverkið fer at halda fund við avvarðandi og avstemma tørvin í mun til kunning, statusfundir og felagstiltøk.

Mælt verður til, at vaktarskiftið gerst meiri skipað. 

Almannaverkið viðmerkir
Búviðurskiftini gera, at tað ikki altíð letur seg gera, at starvsfólk kunnu fara frá í einum vaktarskifti fyri at geva rapport. Almannaverkið fer saman við starvsfólkunum at umrøða, hvussu vaktarskiftið kann gerast meiri skipað.

Mælt verður til at hava ein húsfund um vikuna, har matskráin verður løgd fyri komandi vikuna. Kunning verður givin húsfólkunum og onnur møgulig evni verða viðgjørd, afturvið einum kaffimunni. 

Almannaverkið viðmerkir
Øll búfólk og starvsfólk eta saman hvørt kvøld. Tilboðið fer at skipa ein húsfund í framhaldi av máltíðini einaferð um vikuna, har kunning verður givin og matskráin fyri komandivikuna kann leggjast.

Mælt verður til at húsfólk, ið ikki fara á vardan verkstað, fáa eina dagsskrá. 

Almannaverkið viðmerkir
Talan er um tríggjar borgarar, ið ikki hava dagtilboð. Hesir hava allir fastar rutinur í tøttum samstarvi við starvsfólkið. Flestu aktivitetir eru niðurskrivaðir í virkisætlan og kalendaran. Tey luttaka eisini í tí, sum tey hava tørv á, t. d. hava fastar tíðir til fysioterapi og ymiskt, sum tey sjálvi ynskja.

Mælt verður til at hava árligar statusfundir við avvarðandi, har virkisætlanir vera gjøgnumgingnar.
Almannaverkið viðmerkir
Hetta verður gjørt í tann mun borgarar geva samtykki.

Mælt verður til, at samsvar er ímillum tað, sum stendur í skjølunum um fakligar arbeiðshættir, og tað, sum starvsfólkini nevna í eftirlitsvitjanini. 

Almannaverkið viðmerkir
Tað er ikki greitt fyri Almannaverkinum hvat sipað verður til, men Almannaverkið fer at hyggja uppá, um ósamsvar er.

Mælt verður Almannaverkinum til at betra um vitanina, sum starvsfólkini hava um valdsfráboðanir og greiða teimum frá, hvussu skipanin um valdsfráboðanir virkar. Samstundis verður viðmælt, at tilboðið fær svar uppá valdsfráboðanirnar, ið eru skrivaðar –ikki eina og eina, men t.d. einaferð um árið. 

Almannaverkið viðmerkir
Almannaverkið hevur ikki “valdsfráboðanir” og roknað verður tí við, at hetta snýr seg um harðskapsfráboðanir. Skipanin við harðskapsfráboðanum er soleiðis, at starvsfólk við serskildum oyðublaði fráboða til sín leiðara, sum innsendir fráboðanina. Fráboðanin verður svarað við móttøkuváttan frá HTU samskiparanum í Almannaverkinum. Tað er á staðnum, at hendingin verður viðgjørd, og at arbeitt verður við at fyribyrgja harðskap saman við leiðaranum. Einaferð um ári verða allar fráboðanir fyri hvørt stað tiknar upp á fundi við leiðaranum og eindarleiðaranum, saman við starvsfólki frá Stjórnarskrivstovuni, har tosað verður um, hvussu gongur við harðskapinum, og hvat er gjørt fyri at fyribyrgja harðskap.

Mælt verður til, at felags leistur verður gjørdur til, hvussu skrivast skal í Skjalfest, og til at fáa virkisætlanir og skjalfest at rigga best møguligt saman. 

Almannaverkið viðmerkir
Almannaverkið arbeiðir støðugt við at betra um virkisætlanirnar í Skjalfest. Í hesum førinum verður arbeitt við at deila virkisætlanirnar upp, soleiðis at samanhangurin verður greiðari í mun til tað, sum verður skjalfest. 
Eingin áheitan verður givin.