Sambýlið Eiðisgarður
Eiðisgarður er eitt sambýli í Vági, ætlað vaksnum fólkum við sálarsjúku. Tilboðið lat upp í 2011 og hevur tíggju íbúðir. Íbúðirnar eru sjálvstøðugar og karmarnir góðir við felagshølum, køki, ítrivsstovu og venjingarútgerð. Arbeitt verður við støði í kognitivum og miljøterapeutiskum sjónarhorni, og dentur verður lagdur á tryggleika, virðing og trivnað. Starvsfólkahópurin er royndur og fakliga breiður, og arbeiðið er merkt av støðugleika og ábyrgd.
Trivnaður og menning hjá húsfólkunum
Húsfólkini á Eiðisgarði trívast væl og kenna seg trygg og vird. Dagligir fundir, felags máltíðir og húsfundir skapa ein struktur og felagsskap, har fólk kenna seg hoyrd og viðurkend. Starvsfólk hava tætt samband við húsfólkini og leggja dent á jaligt samskifti og at stuðla teimum í sambandi við familju og sosialar relatiónir. Tað sæst, at trivnaðurin er góður, men virksemið uttanfyri húsið er minkað orsakað av, at fleiri húsfólk eru eldri og hava avmarkaðan førleika. Tað ger, at menningin hjá teimum yngru húsfólkunum verður meira bundin at sambýlinum.
Fakliga arbeiðið hjá starvsfólkum
Starvsfólkini eru arbeiðssom og fakliga ágrýtin. Arbeiðið er merkt av ábyrgd, nærveru og eini menniskjaáskoðan, har virðing og trivnaður eru í miðdeplinum. Toymisarbeiðið gevur styrki og fakligan felagsskap. Skipanin við kontaktpersónstoymum gevur góða felags ábyrgd, men kann eisini gera tað ógreitt fyri húsfólkini, hvør teirra fasta kontaktfólk er. Faklig refleksión og dokumentatión eru til staðar, men kunnu styrkjast við meira regluligum háttalagi.
Ætlan og virkisætlan
Virkisætlanirnar eru væl grundaðar og vísa, at arbeiðið verður gjørt við støði í greiðum málum og endamálum, sum stuðla sjálvbjargni og lívsgóðsku. Tær eru sprotnar úr heilsulýsingum og verða skrivaðar og eftirmettar av toymum. Hetta tryggjar fakliga felagsábyrgd, men enn er tørvur á meiri regluligari skipan við dagfestum eftirmetingum, so arbeiðið verður livandi og dagført í samsvari við tørvin hjá húsfólkunum. Ætlanirnar vísa tó fakliga tilvitan og vilja til menning.
Arbeiðshættir og háttalag
Starvsfólkini arbeiða við støði í KRAP, miljøterapi og kognitivari terapi, og felags grundarlagið er ein jalig menniskjaáskoðan. Tað sæst, at arbeiðið er merkt av etiskum tilviti og virðing fyri einstaklinginum. Samstundis eru arbeiðshættirnir ikki altíð nóg skipaðir ella dokumenteraðir, og tað námsfrøðiliga arbeiðið kann verða niðurraðfest, tá røktaruppgávur fylla nógv. Sambýlið hevur fakligan vilja og førleika, men tørvur er á at samantvinna arbeiðshættirnar meira, og skapa meiri innihald í dagliga lívinum hjá húsfólkunum.
Organisatión og leiðsla
Leiðslan á Eiðisgarði verður mett sum nærverandi, opin og faklig. Hon hevur góðan førleika og hevur megnað at skapa tryggleika og samanhang í starvsfólkabólkinum. Samstarvið millum leiðslu og starvsfólk er gott, og samskiftið er merkt av virðing og luttøku. Samstundis eru onkur organisatorisk viðurskifti ógreið, serliga viðvíkjandi ábyrgdarbýti. Greiðari mannagongdir og betri yvirskipað skjøl, kundu styrkt fakliga strukturin og framtíðar menningina.
Eiðisgarður verður sum heild mettur, at vera eitt dygdargott og trygt tilboð við góðari fakligari grund og góðum trivnaði hjá húsfólkunum. Sambýlið er merkt av virðing, tryggum sambondum og starvsfólki, sum taka sítt arbeiði í álvara. Samstundis eru fakligir og organisatoriskir menningarmøguleikar, serliga í mun til arbeiðshættir, skjalfesting og virksemi til húsfólkini. Heildarmyndin er eitt vælvirkandi sambýlið við jaligum menningarmøguleikum og góðum førleikum, at tryggja trivnað og lívsgóðsku hjá húsfólkunum.
Les tilmælir og áheitanir frá Eftirlitinum til Sambýlið á Eiðisgarði her