Tilmælir og áheitanir frá Eftirlitinum til Sambýlið Eiðisgarði

Fyri at skapa meira innihald í gerandisdegnum, verður mælt til at leggja dent á virksemið, ið stuðlar sjálvbjargni og sosialari menning. Møguliga soleiðis, at tey húsfólkini, ið megna at fara úr húsinum, fáa hetta í boðið.

Almannaverkið viðmerkir
Roynt verður at stimbra húsfólkini til at fara út til eitthvørt, t.d. sosial tiltøk. Eisini við fylgjara, í tann mun starvsfólkanormeringin loyvir tí.

Tað verður mælt til at seta ein høvuðskontaktpersón til hvørt húsfólk og at gera húsfólkunum greitt, hvør teirra kontaktfólk er. Síðani er møguligt, at kontaktfólkið hevur eitt toymi afturat sær. 

Almannaverkið viðmerkir
Kontaktfólkaskipan hevur verið nýtt fyrr. Tá var mett, at kontaktpersónstoymir rigga betri. Almannaverkið fer í størri mun at leggja seg eftir at gera húsfólkunum greitt, hvat toymi tey hoyra til.

Mælt verður til at dagføra virkisætlanirnar. 

Almannaverkið viðmerkir
Dagfestingarnar fyri eftirmetingarnar verða skrásettar í kalendaranum soleiðis, at starvsfólk frameftir verða mint á, nær hetta skal gerast.

Viðvíkjandi at geva húsfólkunum ein innihaldsríkan dag, so verður mælt til at seta meira virksemi á skrá gjøgnum dagin, og gera eina dagsskrá til hvørt húsfólk. Tað er vert at umhugsa, um virkisstovuarbeiðið eigur at verða víðka við fleiri starvsfólkum, ella at røktarstarvsfólk eisini eru tøk har. 

Almannaverkið viðmerkir
Roynt verður altíð at bjóða húsfólkunum ein innihaldsríkan dag. Húsfólkini kunnu tó til tíðir vera torfør at motivera. Røktarstarvsfólkini eru eisini tøk í virkisstovuni í tann mun, hetta letur seg gera. Tvey føst størv fara vantandi at vera sett í januar 2026, og fer hetta at gera arbeiðið meira støðugt.

Mælt verður til at gera yvirskipaði skjøl betur. 

Almannaverkið viðmerkir
Almannaverkið fer at hyggja uppá, um yvirskipaði skjølini kunnu gerast greiðari.  

Mælt verður til at gera skjal, við býti ímillum ábyrgdina hjá leiðaranum og hjá starvsfólkunum. 
Almannaverkið viðmerkir
Býtið millum ábyrgdina hjá leiðaranum og starvsfólkunum er lýst í hondbók hjá Almannaverkinum. Syrgt verður fyri, at tilboðið kennir til hesa.
Mælt verður til at skriva niður og meta um ymisku uppgávurnar, sum skulu loysast av ymisku fólkunum á ymisku vaktunum

Almannaverkið viðmerkir
Farið verður undir at meta um, hvørt neyðugt er at skriva niður og meta um ymisku uppgávurnar, sum skulu loysast av ymisku fólkunum á ymisku vaktunum soleiðis, at hetta kann gerast greiðari.
Eingin áheitan verður givin.