Stuðulstænastur í Suðuroy
Stuðulstænasturnar í Suðuroy fevna um tríggjar ymiskar fyriskipanir: eitt døgntilboð til ein borgara, tvær einstaklingaskipanir til borgarar við likamligum og kognitivum avbjóðingum og eitt stuðuls- og ráðgevingartilboð til heimabúgvandi borgarar við sálarligum avbjóðingum. Hóast tey trý tilboðini hava heilt ymiskar karmar, málbólkar og arbeiðsligar fortreytir, vísir eftirlitið, at tey hava somu fakligu grundtankar í sínum arbeiðslagi: at skapa tryggleika, at arbeiða við relatiónum, og at stuðla borgaranum við støði í førleikum og møguleikum hjá viðkomandi.
Trivnaður og menning hjá borgarum
Eftirlitið vísir, at borgararnir í stuðulstænastunum í Suðuroy yvirskipað trívast væl, og at starvsfólkini arbeiða við umsorgan og eini nærverandi tilgongd. Trivnaðurin er treytaður av góða sambandinum, sum verður bygt millum borgara og starvsfólk, og starvsfólkini leggja dent á at avlesa støðuna hjá borgaranum, meta um tørvin hjá viðkomandi og um virkisorkuna hjá hvørjum einstøkum. Í øllum trimum tilboðunum verður arbeitt við at skapa tryggleika, rytmu og heimligt umhvørvi, sum stuðlar undir menning og vælveru, eisini tá ið samskifti ella førleikar eru avmarkaðir. Teir borgarar, ið hava møguleika fyri at luttaka í virksemi uttan fyri heimið, verða stuðlaðir í hesum, meðan onnur fáa stuðul til at mennast í sínum egna gerandisdegi. Trivnaðurin er tí tongdur at nærleika, tolni og fakligum varsemi.
Fakliga arbeiðið hjá starvsfólkum
Yvirskipað arbeiða starvsfólkini við góðum fakligum hegni, og tey sýna ábyrgd og áhuga í sínum arbeiði. Hóast skipanirnar eru ymiskar og útbúgvingarstøðið og fakligu karmarnir eisini eru ymiskir, er felagsnevnarin, at starvsfólkini leggja stóran dent á virðing, góðar samskiftisførleikar, og eina jaliga og stimbrandi tilgongd til borgararnar. Tað sæst, at starvsfólkini hava royndir og leggja orku í at taka góð faklig atlit, bæði innan heilsu, venjing, sálarliga trygd og gerandisførleika. Samstundis vísir eftirlitið, at fakliga skipanin ikki er líka sterk allastaðni: summi stuðulstilboð hava regluligar fundir og skriva í Skjalfest, meðan onnur hava minni skipað fakligt samskifti og onga supervisjón. Tað ger fakliga støðið ójavnt, hóast starvsfólkini í øllum skipanum hava ein jaligan hugburð og síggja arbeiðið sum gevandi og týdningarmikið.
At tænasturnar virka sambært ætlan og virkisætlan
Eftirlitið vísir at arbeiðið við ætlanum og virkisætlanum er í gongd, men er ikki eins skipað í øllum stuðulstænastunum. Í nøkrum tilboðum eru ætlanir og virkisætlanir gjørdar og nýttar, meðan tað í øðrum tilboðum ikki er sett í verk enn. Hetta merkir, at arbeiðið til tíðir í størri mun byggir á starvsfólkini sjálvi – teirra royndir, metingar og dagligu praksis – heldur enn á eina felags fakliga skipan, sum lýsir mál, lutmál og eftirmeting. Eftirlitið metir, at tað er týdningarmikið at tryggja, at virkisætlanir verða settar í verk allastaðni, soleiðis at arbeiðið hevur ein greiðan fakligan karm, sum eisini styrkir samskiftið við borgarar og avvarðandi, og ger menningina og trivnaðin meiri sjónligan.
Arbeiðshættir og háttalag í tilboðnum
Arbeiðshættirnir í stuðulstænastunum eru eyðkendir av nærveru, ró, virðing og eini arbeiðstilgongd, sum tekur atlit til førleikar og avbjóðingar hjá borgaranum. Starvsfólkini arbeiða miðvíst við at skapa tryggleika og at byggja jalig sambond, sum eru grundarlagið undir arbeiðinum. Í nøkrum stuðulstilboðum sæst faklig tilgongd, so sum KRAP, kognitiv hugsanarháttur og miljøterapi, sum verður brúkt sum fakligur snúningsdepil, men hetta sæst ikki eins væl allastaðni. Onnur tilboð eru meira bundin at praktiskum dagligum atburði, og arbeiða í lítlan mun við skipaðum námsfrøðiligum amboðum. Tað er tí greitt, at arbeiðshættirnir eru virknir og mennandi, men eisini, at fakligur samanhangur og skipað tillaging kunnu styrkjast, soleiðis at øll starvsfólk arbeiða út frá einum felags fakligum grundarlagi.
Organisatión og leiðsla
Organisatiónin og leiðslan í stuðulstænastunum er eyðkend av góðum samskifti, opinleika og nærveru. Starvsfólkini uppliva leiðaran sum tøkan, hjálpsaman og fakliga sterkan, og tey kenna seg bæði hoyrd og stuðlað. Hetta gevur ein tryggan karm um arbeiðið. Samstundis vísir eftirlitið, at leiðslan hevur greiðar ætlanir um menning og ynskir at styrkja skipanina í øllum trimum tilboðunum. Leiðslan arbeiðir millum annað við at økja um starvsfólkahópin, styrkja fakligar strukturar og arbeiða víðari við námsfrøðiligum tilgongdum. Tað er tó eisini greitt, at organisatiónin kann styrkjast við greiðari fakligari linju, felags fundarskipan og tilgongdum til fakliga førleikamenning, so at øll trý tilboðini verða rikin eftir einum felags leisti og við fleiri møguleikum til tvørfakliga læring.
Les tilmælir og áheitanir frá Eftirlitinum til Stuðulstænastur í Suðuroy her