Tilmælir og áheitanir frá Eftirlitinum til Stuðulstænastur í Suðuroy
Heitt verður á Almannaverkið um at senda eftirlitinum skrivlig skjøl um tilboð, har námsfrøðiligt eftirlit skal fremjast.
Almannaverkið viðmerkir
Stuðultilboðið hevur ikki skrivlig skjøl um tilboðið, og tí vórðu hesi ikki send eftirlitinum.
Mælt verður til, at hava árligar statusfundir við borgarar og teirra avvarðandi.
Almannaverkið viðmerkir
Farið verður undir at fáa gongd á arbeiðið at skipa árligar statusfundir við borgarar og teirra avvarðandi.
Mælt verður til at hava felags starvsfólkafundir annan hvønn mánað, har yvirskipaði evnir eru á skrá, so sum samskiftið við avvarðandi, at sýna ein viðurkennandi hugburð, at nýta KRAP í verki, virkisætlanir o.s.fr
Almannaverkið viðmerkir
Uppgávurnar hjá starvsfólkunum eru rættiliga ymiskar, og tí ivast Almannaverkið í, um tað í hesum føri er skilagott at hava felags starvsfólkafundir annan hvønn mánað við felags fakligum grundarlagi. Almannaverkið fer at umhugsa, hvussu felags fundir kunnu skipast.
Heitt verður á tilboðini um at fáa virkisætlanir til allar borgarar, og at fáa tær lidnar, sum eru í gerð. Mint verður á, at virkisætlanir eru ein fakligur arbeiðsleistur, ið er ásettur við lóg.
Almannaverkið viðmerkir
Almannaverkið fer undir at fáa virkisætlanir til teir borgarar sum mangla, soleiðis at mál, lutmál og eftirmeting framganga í virkisætlanum.
Mælt verður leiðaranum til at skapa fastari fakligar strukturar til stuðulstænasturnar.
Almannaverkið viðmerkir
Almannaverkið tekur hetta til eftirtektar og fer at hyggja uppá, hvussu ein hóskandi fakligur strukturur kann síggja út.