Stuðulstænastur í Suðurstreymoy
Kannaðar vóru einstaklingatænastur til borgarar við lungnasjúkum í Suðurstreymoy. Hesir borgarar eru í einstaklingafyriskipan við døgnvakt og fáa fleiri samansettar tænastur. Kanningin fevnir um trivnað og menning, fakligt arbeiðslag, arbeiðshættir, samsvar millum ætlan og praksis, og organisatión og leiðslu.
Trivnaður og menning
Eftirlitið vísir, at borgararnir hava ein tryggan og støðugan gerandisdag, og at starvsfólkini leggja dent á sjálvræði, virðing og heimligar karmar. Borgararnir verða hoyrdir og hava ávirkan á egið lív, og teir uppliva starvsfólkini sum nærverandi, dugnalig og jalig. Skjøl og samrøður vísa eisini á, at teir hava møguleika at luttaka í virksemi eftir orku og tørvi.
Fakliga støðið
Starvsfólkini arbeiða við einum fakligum, námsfrøðiligum og heilsufakligum grundarlagi og brúka KRAP-amboðini, sum felags tilgongd. Skipaðar mannagongdir og fakligt samstarv eru til staðar. Samrøðurnar vísa tó á, at tørvur er á meiri felags fakligari refleksión og eftirútbúgving innan ávís øki.
Arbeiðshættir og háttalag
Arbeiðslagið er viðurkennandi, og er tillagað eftir heildarstøðuni í løtuni og førleikunum hjá borgarunum, og farið verður varliga fram. Mannagongdir eru greiðar, serliga innan røkt, flyting, respiratorviðgerð og endurvenjing. Starvsfólk leggja dent á gott samskifti og tryggleika, hóast ávísar fyrisitingarligar skipanir kunnu gera arbeiðið samansett til tíðir.
At tænastan virkar sambært ætlan
Virkisætlanirnar eru fakliga grundaðar, dagførdar og samsvara tørvinum hjá borgarunum. Starvsfólk arbeiða í stóran mun eftir teimum, hóast dagligar avbjóðingar kunnu gera, at arbeiðið verður lagað eftir orkustøðu og ynskjum tann dagin. Samstarvið millum ymisku partarnar kann hava týdning fyri, hvussu lætt tað er at fremja virkisætlanina í praksis.
Organisatión og leiðsla
Starvsfólkini eru væl nøgd við leiðsluna og uppliva hana sum fakliga trygga, hjálpsama og lurtandi. Leiðslan hevur skipaðar fakligar linjur og mannagongdir, sum styrkja arbeiðslagið. Eftirlitið vísir kortini á týdningin av greiðum boðleiðum, tá leiðsla er burtur vegna sjúku.
Les tilmælir og áheitanir frá Eftirlitinum til Stuðulstænastur í Suðurstreymoy her