Tilmælir og áheitanir frá Eftirlitinum til Stuðulstænastur í Suðuroystreymoy
Mælt verður til at hava regluligar starvsfólkafundir, og at fundirnir eru við toymunum samstundis.
Almannaverkið viðmerkir:
Toymini, sum vóru undir hesum eftirlitið saman, eru sjálvstøðug toymir, sum arbeiða hvørt frá øðrum, við hvør sínari játtan, og sum ikki kenna borgararnar hjá hvørjum øðrum. Tey hava, undir vanligum umstøðum, regluligar starvsfólkafundir hvør sær.
Í løtuni verður tað ikki mett skynsamt at hava teir regluligu starvsfólkafundirnar saman. Almannaverkið fer at umhugsa, um tað skal skipast fyri fakdøgum ella viðkomandi skeiðum fyri toymunum saman.
Mælt verður til, at KRAP skjøl verða útfylt á starvsfólkafundum. Skrivligi parturin av námsfrøðiliga arbeiðinum er ein týdningarmikil liður í reflektión og ein gáva, tá ið nýggj starvsfólk verða sett í starv.
Almannaverkið viðmerkir:
Sum nevnt í sambandi við eftirlitið, so er arbeiðið við KRAP í gongd, og fleiri skjøl eru fylt út, sum tíverri ikki vórðu send inn við til eftirlitið. Tó hevur arbeiðið við KRAP á starvsfólkafundunum verið avmarkað av, at helmingurin av starvsfólkunum ikki høvdu verið á KRAP skeiði, og nústani hava gjøgnumført KRAP í desember 2025, eftir at eftirlitið var framt. Nú allur bólkurin kennir KRAP, verður farið undir at fylgja tilmælunum um at fylla skjølini út saman á starvsfólkafundunum.
Mælt verður til, at starvsfólkini fáa undirvísing í teimum evnum, ið tey siga, teimum tørvar vitan um. Hetta kann verða gjørt saman við øðrum tilboðum í Almannaverkinum.
Almannaverkið viðmerkir:
Eitt miðvíst arbeiði er gjørt, við at fáa undirvísarar inn, sum hava undirvíst í:
- Respiratorrøkt, har undirvísari frá Landssjúkrahúsinum koma hvørt ár
- Sár røkt og fyribyrging av sárum, undirvísari frá Landssjúkrahúsinum
- Innanhýsis dysfagi, skeið á Skálagarði 2025
- Innanhýsis fyrstuhjálpara skeið í 2025
Hetta arbeiði fer at halda fram við evnum, sum starvsfólkini hava nevnt, har fakfólk koma at undirvísa.
Mælt verður til, neyvt at áseta, nær ein virkisætlan byrjar. Somuleiðis verður mælt til at umhugsa at gera málsetningarnir í virkisætlanunum smærri og ítøkiligari.
Almannaverkið viðmerkir:
Farið verður undir at gera virkisætlanirnar betri og at leggja dent á, at dagfestingar eru skrivaðar.
Mælt verður Almannaverkinum til, at hava greiðar skipanir fyri leiðslu og boðleiðir, tá ið leiðarar vera sjúkraskrivaðir.
Almannaverkið viðmerkir:
Almannaverkið fer at gera greiðar mannagongdir fyri leiðslu og boðleiðir, tá leiðarar vera sjúkraskrivaðir.
Eingin áheitan verður givin.