Ætlar tú tær at fara ella leitar tú eftir einum friðskjóli, er Kvinnuhúsið ein møguleiki.
Í Kvinnuhúsinum fæst ráðgeving og vegleiðing frá starvsfólki, yrkadagar millum klokkan 10 og 17. Eisini og til ber at bíleggja viðtalutíð hjá sálarfrøðingi og at boða frá luttøku í samrøðubólki. Alt er undir tagnarskyldu. Ongin nýtist at siga navn, bústað ella p-tal. Heldur ikki er neyðugt at rættvísgera, hví støðan er, sum hon er.
Eftir klokkan 17, vikuskiftir og heilidagar er hurðin stongd, tá er neyðugtt at ringja frammanundan.
Í Kvinnuhúsinum er altíð onkur inni, til reiðar at taka ímóti - eisini um tú kemur á nátt.
Kvinnuhúsið byrjar samrøðubólkar tvær ferðir um árið. Í bólkinum hittast kvinnur ið hava tað til felags, at tær hava verið útsettar fyri harðskapi.
Arbeiðið í Kvinnuhúsinum miðar ímóti at styrkja sjálvkenslu og sjálvsábyrgd hjá kvinnuni, so hon í størri mun fær styrki at ráða og taka avgerðir yvir egna lívi sínum.
Tað ber til at seta teg í samband við Kvinnuhúsið alt samdøgrið á telefon 317200. Eisini ber til at samskifta á t-post addressuni: post@kvinnuhusid.fo
Kreppumiðstøðin í Kvinnuhúsinum
Á Kreppumiðstøðini í Kvinnuhúsinum ber til at búgva eitt tíðarskeið. Børn eru vælkomin við.
Endamálið við Kreppumiðstøðini er at veita hjálp til sjálvhjálp og serliga stríðast ímóti likamligum og sálarligum harðskapi framdum móti kvinnum og børnum.