Neyðtøkutilbúgving
Nú er tað møguligt hjá fólki, ið hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd at ringja beinleiðis til eina neyðtøkutelefon á Landssjúkrahúsinum at fáa hjálp, uttan at skula seta seg í samband við løgregluna fyrst.
Hetta tryggjar fólki, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, beinanvegin at fáa so góða fakliga hjálp, sum til ber, eftir at brotsgerðin er framd, uttan at neyðugt er at melda málið til løgregluna.
Tilbúgvingin er mannað við starvsfólki, ið eru skúlað til at taka ímóti fólki, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd.
Um neyðugt kannar serlækni í kvinnusjúkum, og royndir verða tiknar fyri at útiloka smittu við kynssjúkum.
Nakrar dagar eftir kanningina verður fylgt upp støðuna, eins og vegleitt verður um víðari framferð ella hjálp frá øðrum myndugleikum.
Prógvini verða goymd í 1 ár, um ynskir seinni er um atmelda tilburðin.
Nærri vegleiðing sæst á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum, ið vegleiðir um, hvussu farið verður fram, tá ein setur seg í samband við neyðtøkutilbúgvingina.
Tað er serliga neyðtøkutilbúgvingin í Íslandi, ið hevur verið fyrimynd. Í samstarvi við tey eru 24 starvsfólk í bráðmóttøkuni/skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum, leiðslan á G1, depilsleiðsla og serlæknar í kvinnusjúkum undirvíst í, hvussu íslendska tilbúgvingin er skipað og virkar.