09.02.2026 · Almanna- og heilsumálaráðið

Búfelagsskapurin á Kneysum á Toftum latin upp

Búfelagsskapurin á Kneysum á Toftum latin upp
1 / 3

Fríggjadagin var hátíðarhald á Toftum, nú nýggi Búfelagsskapurin á Kneysum stendur liðugur.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, bar fram røðu, har landsstýriskvinnan legði dent á, týdningin av at fáa egnan bústað, egið heim og egið lív, við neyðugum stuðli, men eisini við sjálvsavgerðarrætti og ábyrgd.

Røðan hjá landsstýriskvinnuni:

Kæru gestir, búfólk, starvsfólk, avvarðandi og øll tit, sum hava verið partur av verkætlanini.

Tað er mær ein sonn gleði at fáa høvi at vera her í dag, nú Búfelagsskapurin á Kneysum á Toftum – letur upp.

Hetta er ein góður dagur. Ein dagur, sum merkir nakað. Tí í dag lata vit ikki bara ein bygning upp. Ein búfelagsskapur við 18 búeindum letur upp. Ein búfelagsskapur, sum gevur møguleikar, sjálvstøði og virðing.

Búfelagsskapurin á Kneysum er ætlaður til borgarar við autismu og møguliga øðrum diagnosum – fólk, sum hava tørv á stuðli í gerandisdegnum, men sum samstundis hava førleikar, dreymar og ynski um at liva eitt so sjálvstøðugt lív sum møguligt.

Her eru 18 sjálvstøðugar íbúðir. Tað er týdningarmikið at leggja dent á júst hetta: sjálvstøðugar íbúðir. Tí hetta snýr seg um at fáa egnan bústað, egið heim og egið lív – við neyðugum stuðli, men eisini við sjálvsavgerðarrætti og ábyrgd.

Fyri nøkur hevur veruleikin verið tann, at tey hava verið noydd at búgva heima longri enn neyðugt. Ikki tí tey hava ynskt hetta – men tí hóskandi bústaðir ikki hava verið tøkir. Tí er tørvurin á slíkum búfelagsskapum stórur, og eg fegnist stórliga um, at hesin búfelagsskapurin nú letur upp.

Fyri tey, sum flyta inn her, kann hetta vera eitt stórt og spennandi stig. Kenslan av at klára seg sjálv – kanska fyri fyrstu ferð – av at taka lut í gerandisuppgávum, av at hava egnan lykil og egnan bústað. Tað er ein stórur partur av einum sjálvstøðugum lívi.

Samstundis hevur hetta eisini stóran týdning fyri foreldur og onnur avvarðandi. Tað er ein lætti at vita, at tey, sum flyta inn her, koma at liva og virka í góðum og tryggum umstøðum – við fakligum stuðli, við felagsskapi og við virðing fyri tí einstaka menniskjanum.

Búfelagsskapurin á Kneysum er bygdur av Bústøðum og verður rikin av Almannaverkinum. Hetta er eitt gott dømi um, hvussu samstarv kann skapa haldgóðar loysnir, sum veruliga gera mun.

Her eru góðir karmar: felagsrúm, køkur og hølir til samveru – men eisini rúm fyri privatlívi og friði. Gerandisdagurin kann rúma skúla, arbeiði og virksemi, og frítíðin kann nýtast til ítrótt, kvøldskúla og felagsskap við onnur. Alt hetta er partur av einum virknum og innihaldsríkum gerandisdegi.

At enda vil eg takka øllum, sum hava verið við í hesum arbeiðinum – teimum, sum hava planlagt, bygt, skipað og lagt alla orku í at fáa hetta at bera til.

Við hesum vil eg ynskja Almannaverkinum hjartaliga tillukku við bygninginum – og teimum komandi búfólkunum hjartaliga vælkomnum heim.

Takk fyri. 🌿