Viðgerðarstovnurin Heilbrigdi er fluttur í Kerit, sum í mong ár hevur verið nonnukleystur hjá fransiskanarasystrunum í Havn.
Í hesum sambandi skipaði Heilbrigdi fyri móttøku. Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, bar fram røðu til móttøkuna, har hon millum annað fegnaðist um ta ábyrgd og vælvild, sum nonnurnar vístu, tá tær valdu at selja bygningin til virksemið hjá Heilbrigdi. Eisini legði hon dent á týdningin av at hava góð og trygg viðgerðartilboð fyri bundinskap.
Røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her.