18.02.2026 · Almanna- og heilsumálaráðið

Ingun Hansen sett sum fyribils landsapotekari

Ingun Hansen sett sum fyribils landsapotekari

Almanna- og heilsumálaráðið kunnar um, at Hjalti Gunnarstein hevur sagt seg úr starvinum sum landsapotekari.

Uppsøgnin hevur virknað beinanvegin.

Ingun Hansen, apotekari á Eysturoyar apoteki, er sett sum fyribils landsapotekari og tekur við starvinum beinanvegin.