16.12.2025 · Almanna- og heilsumálaráðið

Kathrina fyllir 100 ár

Kathrina fyllir 100 ár

Seinnapartin hevur verið skipað fyri føðingardegi í sambandi við at Kathrina Elisabeth Petronella Johansen í dag fyllir 100 ár. Dagurin varð hildin á Hotel Hafnia, har nógv fólk vóru komin at heilsa uppá Kathrinu og familjuna. Eisini Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, varð boðin við og bar hon í hesum sambandi fram røðu, sum til ber at lesa niðanfyri.


Góðu Kathrina, kæra familja, góðu gestir.

Tað er ein serligur heiður at standa her í dag – at vera við til at hátíðarhalda hendan serstaka dag, har vit savnast fyri at heiðra eina kvinnu, sum í hundrað ár hevur borið lívið við styrki, hóvsemi og einum heilt serligum hjarta.
Hundrað ár. Tað er ikki bara eitt tal – tað er eitt heilt æviskeið av royndum, viðgongd, mótburði, arbeiði, kærleika og ikki minst øllum gongutúrum, sum vit øll taka gjøgnum lívið – bæði teimum løttu og teimum tyngri.
Og tygum, Kathrina, hava gingið teir allar – rólig og viljasterk, sum tykist hava fylgt tær heilt frá barndóminum.
Eitt lív við arbeiðsuppgávum og við barndómi
Tygum vóru barn í einum heimi, har nógv skuldi gerast og har ábyrgdin kom tíðliga.
Einsamøll genta í systkinaflokkinum - tygum hava tríggjar beiggjar – so tygum spældi oftast við dreingir.
Onkuntíð spældi tygum við Jolinu, sum búði eitt sindur burturfrá tykkum, og Almu, systkinabarnið. Tit gjørdu dukkur úr træpettum og bundu ella seymaðu toy til dukkurnar.
Viðhvørt spældu tit pinnaspæl og loftaðu bóltum, heilt upp í 5-6 bóltar í senn. Tað gjørdur tit á sama hátt, sum gentur og dreingir kring alt landið hava gjørt tá á døgum.
Ein dagur er, sum tygum minnist aftur á við serligari gleði. Tað er tann dagin, tygum fingu ein stóran dukkuvogn - ein vogn, sum tygum høvdu droymt um, og sum tygum vóru ómetaliga glað fyri.
Tað er ein vøkur mynd av einari gentu, sum – hóast nógv arbeiði og nógva ábyrgd – eisini hevði møguleika fyri at njóta barndómin.

Sterk, hóast ung – og við lívsmóti
Tygum upplivdu eisini tíðir, sum vóru tungar.
Sum barn vórðu tygum innløgd við tuberklum, og sjálv siga tygum frá, at tygum vóru so rak, at tygum mátti drekka ein heilan litur av róma um dagin - nakað, sum setti síni spor aftaná. Tað er væl skilligt, at tygum kanska ikki hava sæð størstu gleðina í mjólkini síðani.
Lukkutíð komu tygum út aftur av sjúkrahúsinum í øllum góðum – sterkari og víðari á lívsleiðini.

Eitt heim, sum altíð var opið – og ein mamma við vakrari hondskrift
Tygum vuksu upp í einum heimi, har arbeiðið ongantíð stóð stilt. 
Heim tykkara hevði telefonstøðina á Strondum, og har var nógv at gera; halda skil á telefonboðum, avrokningum og reinskriving.Tað sigst, at vakra hondskriftin hjá tygum, stóðst av júst hesum arbeiði, sum tygum gjørdu saman við systkjunum tínum.
Tað er nakað serstakt vakurt at hugsa sær eitt barn og eina unga kvinnu, sita og reinskriva samrøður í eini tíð, tá alt bleiv gjørt við hond, við nærlagni og hegni.
Tykkara heim varð altíð opið. Tað hava avvarðandi og grannar í øllum førum sagt.
Fólk komu inn og út – ongin fór á dyr aftur uttan at hava fingið ein drekkamunn, ein bita ella eitt lítið prát.

Ein skapandi og arbeiðssom kvinna
Tygum vuksu upp saman við fólki, sum vóru handalig og dugnalig, og tað hava tygum borið víðari.
Tygum hava bundið troyggjur, seymað, broderað – og nógv børn og ommubørn hava gingið í klæðum, sum tygum sjálv hava virkað.
Í stovuni hjá tygum hava mangar myndir prýtt veggirnar - myndir, sum tygum hava broderað – minni um eitt lív, sum ikki bara hevur verið arbeiðssamt, men eisini skapandi og vakurt.
Tygum spældi sjónleik sum ung – og tað er ikki á hvørjum degi, at vit finna hundrað-ára gomul fólk, sum kunnu siga seg hava spælt í føroyskum sjónleiki.
Tað sigur nakað, um tygara hugsan og dirvi; at tygum altíð hava tikið lut og tikið av nýggjum avbjóðingum.

Kærleiki og samanhald
Tann 25. november í 1951 giftist tygum Poul Johannes ella Hanneba.
Tykkara lív saman gjørdist bæði ríkt, arbeiðssamt og í tøttum felagsskapi.
Tit bæði arbeiddu, stuttleikaðust, spældu kort, fingu gestir, stóðu saman – og altíð hildu fast um húsið, heimið og familjuna.
Tit hava verið ein miðdepil fyri mong – eitt heim við nærleika og tryggleika.
Eitt nýtt land – og ein nýggj tíð
Tygum hava livað eitt lív, har Føroyar eru broyttar frá samfelag við torvhúsum og roykstovu – til tað, vit kenna í dag.
Tygum hava upplivað broytingarnar við eini undran og einum lagaligum sinni – og tygum hava tikið broytingarnar, sum tær komu.
Tygum hava havt eitt langt, ríkt og virkið lív – og tygum hava verið ein kvinna, sum hevur fylgt við tíðini, gingið til tiltøk, lurtað eftir tónleiki, og verið saman við teimum, tygum hava verið góð við.

Ein æra fyri okkum øll
Kathrina, tygum eru ikki bara ein partur av tygara familju – tygum eru eisini ein partur av søguni um okkum øll.
Tygum umboða eitt ættarlið, sum við arbeiði, støðufesti og nærlagni hevur bygt okkara land, sum nú verður latið okkum og okkara eftirkomarum í arv.
Ættarliðið hjá tygum hevur livað eitt virðiligt lív. Tygum hava verið ein sterk rødd og ein tryggur stuðul fyri tygara eftirkomarar.
Vit vilja takka tygum fyri alt tygum hava verið og hava gjørt, og alt tað, tygum framvegis eru:
ein ljósglæma, ein fyrimynd og ein ómetaliga virðismikil partur av bæði familju og landi.

Hjartaliga til lukku
Vegna landsstýrið og Føroya fólk, fari eg at ynskja tygum hjartaliga til lukku við hesum heilt serliga degi.
Einum degi, sum er serstakur, og sum vit ikki ofta fáa loyvi at uppliva.
Mín vón er, at tygum  framhaldandi fáa nógvar góðar dagar – við familju, sangi, minnum og gleði.
Somuleiðis fari eg at ynskja tygum eitt blítt og gott lívskvøld.
Hjartaliga tillukku, Kathrina – og takk fyri alt, ið tygum hava givið okkum.