31.01.2026 · Almanna- og heilsumálaráðið

Landsstýriskvinnan gestarøðari til prógvhandan á Setrinum

Landsstýriskvinnan gestarøðari til prógvhandan á Setrinum

Í gjár var Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, gestarøðari til prógvhandanina hjá teimum ið hava lokið útbúgving í hjánámi í føroyskum og sjúkrarøktarfrøði á Setrinum.

Í røðuni vísti landsstýriskvinnan á týdningin av sjúkrarøktarfrøði, ið sameinir fakliga vitan og menniskjaliga nærveru, og á virðið í at styrkja føroyska málið og okkara málsliga samleika. Hjartaliga tillukku við próvnum – og blíðan byr víðari.

Røðan kann lesast her.