07.02.2026 · Almanna- og heilsumálaráðið

Møttøka fyri Brekumboðnum

Møttøka fyri Brekumboðnum
1 / 2

Í gjár var móttøka á Klaksvíksvegi 77 í Klaksvík, har Brekumboðið heldur til.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, fegnast um at Brekumboðið er farið til verka. Her er røðan hjá landsstýriskvinnuni:

Góðu tit øll,

Tað er mær ein stór gleði at vera her í dag og fegnast um, at vit nú loksins hava fingið eitt Brekumboð í Føroyum.

Leingi er tað, ið væl skal vera. Hetta er eitt stig, sum leingi hevur verið ynskt og eftirspurt – og tí er hetta ein góður og týdningarmikil dagur, har vit markera, at Brekumboðið er farið til verka.

Við Brekumboðnum fáa vit eina sjálvstøðuga og greiða rødd, sum skal virka fyri, verja og hava eftirlit við rættindunum hjá fólki, ið bera brek. Hetta styrkir brekøkið, men eisini okkara samfelag sum heild.

Tí eitt samfelag verður mátað eftir, hvussu væl tað rúmar øllum sínum borgarum.

Í 2009 samtykti Løgtingið at taka undir við sáttmálanum hjá Sameindu tjóðum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, og við lógini um Brekumboð liva Føroyar upp til sína altjóða skyldu, til at seta á stovn eftirlit á brekøkinum. 

Eisini senda vit eitt greitt signal um, at hetta økið hevur politiskan og menniskjaligan týdning.

Sum landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum haldi eg tað vera av stórum týdningi, at vit nú fáa eina skipan, sum bæði kann varpa ljós á tað, sum riggar væl, og samstundis vísa á, hvar tørvur er á at gera ábøtur.

Brekumboðið fer at hava ein týdningarmiklan leiklut í at gera røddina hjá fólki, ið bera brek, týðiligari og betur hoyrda í almenna rúminum.

Eg vil við hesum ynskja Brekumboðnum hjartaliga tillukku  og blíðan byr við hesi nýggju og ábyrgdarfullu uppgávu. Eg eri spent upp á at fylgja við arbeiðinum, sum nú fer í gongd, og síggja, hvønn mun Brekumboðið fer at gera fyri brekøkið í Føroyum.

Eg havi eina sterka vón um, at Brekumboðið fer at vera við til at flyta okkum longri fram á leið – til gagns fyri fólk, ið bera brek, og fyri føroyska samfelagið sum heild.

Takk fyri.