Á temadegnum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í Lívdini helt Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, røðu um evnið “Røkt til røkt”.
Í røðuni legði landsstýriskvinnan dent á, at røkt til røkt ikki er nakað nýtt, men ein fortreyt fyri einum burðardyggum heilsuverki. Við kunngerðini um sálarligt arbeiðsumhvørvi er tað nú staðfest í lógarverkinum, at arbeiðsgevarar hava ábyrgd av at tryggja eitt trygt og umsorganarfult arbeiðsumhvørvi – eisini sálarliga.
– Vit kunnu ikki hava eitt sterkt umsorganarverk, um tey, sum røkta onnur, sjálvi fella frá, segði landsstýriskvinnan millum annað.
Les alla røðuna her.