Í síðstu viku skrivaði Landsverk undir sáttmála við høvuðsarbeiðstakaran Articon, um at byggja nýggja sambýlið við Rygsá á Argjum.
Sambýlið við Rygsá verður bygt til vaksin við autismu. Í sambýlinum verða 24 búpláss, skipað í fýra eindum við seks íbúðum í hvørjari eind. Í hvørjari eind verða tvær íbúðir serliga lagaðar til fólk, sum hava stóran tørv á at vera vard fyri óljóði og órógvi.
Í øllum eindunum verða felagshøli og felagskøkar, og allar íbúðir kunnu hava egna inngongd uttanífrá.
Bygningurin verður 2.090 fermetrar til støddar og verður bygdur í forskotnum hæddum eftir lendinum. Eftir ætlan verður verkætlanin liðug við árslok í 2027.
Sambýlið við Rygsá er liður í ætlanini um at byggja nútíðar sambýli og loysa stóra bústaðartrupulleikan hjá fólki, sum hava tørv á vardum bústaði, og fer at geva hús- og starvsfólki góðar og hóskandi karmar, sum eru bygdir til teirra tørv.