Í hesum døgunum er árliga evnisráðstevnan hjá Útnorðurráðnum. Í ár er høvuðsevnið “Bjartari vón fyri vælferð hjá ungum í útnorðri”, við serligum denti á sálarliga heilsu hjá ungum.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, helt røðu til setanina í morgun, har hon greiddi frá føroyskum átøkum fyri at styrkja trivnað og vælferð hjá ungum.
Á ráðstevnuni verða framløgur og kjak við ungfólki og vísindafólki úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Evnini fevna millum annað um mistrivnað, sjálvmorð millum ung og rúsevnamisnýtslu.
Umframt sendinevndir úr Altinginum, Inatsisartut og Løgtingið luttaka eisini tingfólk, vísindafólk og gestir úr londunum í útnorðri, umframt Danmark, Noregi og Finnlandi.
Røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her.