Verkætlanin um Sambýlið í Birtulíð tillagast – vit skulu ikki blanda málbólkar
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, hevur tikið avgerð um at tillaga verkætlanina um Sambýlið í Birtulíð í Miðvági. Endamálið er at tryggja, at málbólkarnir ikki verða blandaðir, soleiðis at fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum og fólk við menningartarni og autismu fáa hvør sína sjálvstøðugu eind.
Í staðin fyri eitt savnað sambýli við tveimum lonum, verður verkætlanin nú skipað sum tvey sjálvstøðug sambýli við hvør sínum navni og virksemi: Sambýlið á Leitisvegi og Sambýlið í Birtulíð.
Fyrsti partur, sum farið verður undir, er sambýlið til fólk við menningartarni og autismu. Talan er um at dagføra og umvæla verandi ogn á Leitisvegi 70 í Miðvági. Har verða sjey búpláss, og arbeiðið er klárt at fara undir. Hetta verður sostatt fyrsta stig í tillagaðu verkætlanini.
Við síðuna av ognini á Leitisvegi er grundøki, har ætlanin er at byggja Sambýlið í Birtulíð við 12 búplássum til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum. Henda verkætlanin verður boðin út í heildararbeiðstøku, og fyrireikingar eru í gongd.
Samanlagt fer verkætlanin at fevna um 19 búpláss – sjey á Leitisvegi og tólv í Birtulíð – skipað í tveimum sjálvstøðugum sambýlum.
Við hesum tillagingum verður tryggjað, at atlit verða tikin at ymisku tørvunum hjá búfólkunum, samstundis sum verkætlanin kann halda fram eftir einari greiðari og skipaðari leið.