Flyta myndugleikauppgávur landsapotekarans til Apotkesverkið og Heilsustýrið
Heiti
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið, løgtingslóg um heilivág, løgtingslóg um almenna heilsutrygd og løgtingslóg um innflutning, nýtslu og góðskutryggjan av medisinskari útgerð (Avtaka Landsapotekaraembætið og leggja myndugleikauppgávurnar hjá landsapotekaranum til Apoteksverkið og Heilsustýrið)Frágreiðing
Endamálini við uppskotinum
- At avtaka Landsapotekarasembætið og leggja myndugleikauppgávur landsapotekarans til Apoteksverkið og Heilsustýrið.
- At kravið um farmaseutiskt kandidatprógv ikki verður ført víðari til stjóran fyri Apoteksverkið.
Landsapotekarin hevur ovastu leiðsluna í Apoteksverkinum, og skal saman við apotekarunum o.ø. standa fyri rakstri, fíggjarætlanum og fíggjarstýring. Harumframt hevur landsapotekarin eftirlit við, at lógirnar um apoteksverkið og heilivág verða hildnar.
Uppskotið hevur við sær, at rakstraruppgávurnar hjá landsapotekaranum verða fluttar til Apoteksverkið, og eftirlitsuppgávurnar sambært lógunum um apoteksverkið og heilivág verða fluttar til Heilsustýrið. Skilt verður sostatt bygnaðarliga millum raksturin av Apoteksverkinum og eftirlitið við lógunum um apoteksverkið og heilivág.
Ummælisfreist
09.03.2026Ráð
Almanna- og heilsumálaráðiðØki
HeilsuøkiðSlag
LøgtingslógDagfesting
23.02.2026Samband
ahr@ahr.foMálsviðgjørt
Andreas SjóvaráTak niður
Lógaruppskot Avtaka Landsapotekaraembætið Og Leggja Myndugleikauppgávurnar Til Apoteksverkið Og Heilsustýrið (002)