Nýggj føroysk farsóttarlóg

Heiti
Løgtingslóg um farsóttir (farsóttarlógin)
Frágreiðing

Endamálið við lógaruppskotinum er at seta í gildi eina nýggja føroyska farsóttarlóg, nú farsóttarmálsøkið varð yvirtikið 1. januar 2024.

 

Uppskotið hevur til endamáls at dagføra og styrkja lógargrundarlagið fyri fyribyrging og handfaring av smittandi sjúkum, millum annað grundað á royndirnar frá Covid-19 farsóttini og øðrum smittandi sjúkum seinastu árini.

 

Lógaruppskotið skal tryggja greiðar heimildir, ábyrgdarbýti og skipanir fyri almenn farsóttarfyribyrgjandi átøk, soleiðis at føroyskir myndugleikar eru betur førir fyri at handla skjótt, samanhangandi og trygt, um nýggjar farsóttir ella álvarsligar smittusjúkur raka samfelagið í framtíðini.

Ummælisfreist
26.01.2026
Ráð
Almanna- og heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
23.12.2025
Samband
ahr@ahr.fo
Málsviðgjørt
Birita Ludvíksdóttir
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Farsóttir At Senda Til Ummælis