Nýggj tilgongd til kærur innan heilsuverkið
Endamálið við uppskotinum er at geva føroyingum møguleika fyri at kæra eina samlaða sjúkugongd í føroyska heilsuverkinum.
Við broytingini verða kærur sum meginregla viðgjørdar sum ein kæra um alla viðgerðargongdina, heldur enn sum kæra móti einum ávísum navngivnum heilsustarvsfólki. Kæran verður sostatt fyrst og fremst met í síni heild. Einans í serligum førum kann Styrelsen for Patientklager taka avgerð um, at eitt mál skal viðgerast sum eitt einstaklingamál móti navngivnum heilsustarvsfólki, um mett verður, at viðkomandi í so stóran mun, hevur misshildið sínar skyldur.
Í Føroyum er galdandi lóg soleiðis innrættað, at tað bert er møguligt at kæra eitt ávíst navngivið heilsustarvsfólk, og slíkar kærur verða viðgjørdar av Sundhedsvæsenets Disciplinærnævn. Tað er tí í dag eingin heimild í føroyskari lóggávu til at kæra eina samlaða viðgerðargongd í heilsuverkinum.
Hetta hevur í verki við sær, at borgarar, ið meta, at teirra viðgerð ikki hevur verið nøktandi, ikki hava ein hóskandi kærumøguleika, men verða noyddir at kæra eitt einstakt heilsustarvsfólk. Í einum lítlum samfelagi kann hetta vera trupult, bæði fyri borgaran og heilsustarvsfólkið. Borgarin kann hava tørv á framhaldandi viðgerð, og viðgerðargongdin kann ofta fevna um fleiri hendingar, har tað ikki er greitt, hvør einstakur hevur misshildið sínar skyldur. Samstundis kann skipanin vera ein vansi fyri heilsustarvsfólk, ið kunnu verða sett í eitt ringt ljós, uttan at kæran endar við átalu.
Samanumtikið verður mett, at verandi skipan er viðbrekin og ikki tænir sínum endamáli á nøktandi hátt, hvørki fyri borgarar ella heilsustarvsfólk.
Uppskot Til Ríkislógartilmæli Lov Om Klage Og Erstatningsadgang
Fylgiskjal 1 Anordning Om Ikrafttrædelse Af Lov Om Ændring Af Lov Om Klage Og Erstatningsadgang I...
Fylgiskjal 2 LFF 2023 03 30 Nr. 102
Fylgiskjal 3 LLF 2024 04 11 Nr. 158
Fylgiskjal 4 LFF 2024 05 03 Nr. 189
Fylgiskjal 5 LFF 2024 10 23 Nr. 59
Fylgiskjal 6 LFF 2024 11 07 Nr. 88