Yvirtøka av farsóttarmálsøkinum
Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á heilsumálsøkinum (Myndugleikaflytingar vegna yvirtøku av farsóttarmálsøkinum)Frágreiðing
Endamálið við lógaruppskotinum er formliga at yvirtaka farsóttarmálsøkið. Við uppskotinum fáa føroyskir myndugleikar lóggávuvaldið og útinnandi valdið á málsøkinum. Farsóttarmálsøkið fevnir m.a. um tey viðurskifti, sum umrødd verða í “anordning nr. 655 af 14. juni 2011 om ikrafttræden for Færøerne af lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme” og í donsku epidemilógini.
Farsóttarøkið fevnir um øll tey viðurskifti í tí føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt, um so er, at tey ikki verða flokkað undir eitt annað málsøki, sum ikki er yvirtikið.
Ummælisfreistin er farin
24.06.2022Ráð
Almanna- og heilsumálaráðiðØki
HeilsuøkiðSlag
LøgtingslógDagfesting
25.05.2022Samband
hmr@hmr.foMálsviðgjørt
Birita Ludvíksdóttir/Sjúrður RasmussenTak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Yvirtøku Av Farsóttarmálsøkinum (1)
Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Lógini Um Smittandi Sjúkur (Myndugleikaflytingar Vegna Yvirtøku Av Av Farsóttarmálsøkinum) (1)