Kunning um dátuvernd hjá Almanna- og heilsumálaráðnum
Her kanst tú kunna teg um, hvussu Almanna- og heilsumálaráðið viðger, hevur um hendi og verjir tínar persónsupplýsingar.
Almanna- og heilsumálaráðið viðger eina røð av persónsupplýsingum í sambandi við tær uppgávur, ið ráðið røkir. Almanna- og heilsumálaráðið viðger m.a. persónsupplýsingar:
- Í sambandi við málsviðgerð, tá ráðið veitir landsstýrismanninum ráðgeving og evnar til lógaruppskot og kunngerðir
- Sum kærumyndugleiki í starvsfólkamálum hjá undirliggjandi stovnum, undir hesum Sjúkrahúsverkinum
- Í sambandi við endurgjalds- og kærumál viðvíkjandi sjúklingaskaðum og tannskaðum, har avgerðin er grundarlag fyri at rinda eitt møguligt endurgjald til kærara
- Um starvsumsøkjarar í setanarmálum.
Viðgerðin fevnir um vanligar persónsupplýsingar, t.d. navn, bústað, teldupost, telefonnummar, og viðkvæmar persónsupplýsingar, t.d. heilsuupplýsingar.
Heimildargrundarlagið fyri viðgerðini er vanliga at finna í dátuverndarlógarinnar § 8, stk. 1, nr. 5 (myndugleikaútinnan) og § 12, stk. 1, nr. 2 og 7 (heimild í lóg) (rættarkrav). Til dømis verða persónsupplýsingar í kæru- og endurgjaldsmálum viðvíkjandi sjúklingaskaðum og tannskaðum viðgjørdar við heimild í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet.
Fyri at verja tínar persónsupplýsingar hevur Almanna- og heilsumálaráðið sett ymiskar fyriskipanir og tiltøk í verk. Sum dømi kann nevnast, at mál við viðkvomum persónsupplýsingum verða skrásett sum trúnaðarmál í skjalhaldsskipanini, har atgongdin er avmarkað til tey starvsfólk, ið viðgera málini, og har tað verður kannað við ávísum millumbilum, hvør ið hevur verið inni á málunum.
Almanna- og heilsumálaráðið víðarisendir í ávísum føri tínar persónsupplýsingar til onnur, eitt nú aðrar myndugleikar ella borgarar. Eitt dømi er í starvsfólkamálum, har neyðugt er, í samsvari við fyrisitingarlógina, at hoyra allar viðkomandi partar fyri at lýsa málið til fulnar. Eitt annað dømi er í kæru- og endurgjaldsmálum viðvíkjandi sjúklingaskaðum og tannskaðum. Heilsumálaráðið hevur í tílíkum málum møguleika at kæra avgerðina hjá Patienterstatningen til Ankenævnet for Patienterstatningen sambært anordning om klage- og erstatningsadgang.
Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi. Tú hevur rætt til at verða kunnaður, tá Almanna- og heilsumálaráðið savnar persónsupplýsingar um teg, tú hevur rætt at fáa at vita, hvørjar upplýsingar Almanna- og heilsumálaráðið viðger um teg, og í ávísum førum hevur tú rætt til at krevja, at Almanna- og heilsumálaráðið rættar ella strikar upplýsingar um teg.
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur við, hvussu Almanna- og heilsumálaráðið viðger tínar persónsupplýsingar.
Almanna- og heilsumálaráðið er dátuábyrgdari, og dátuverndarfólk er Andreas Sjóvará. Hevur tú spurningar til dátutrygdina hjá Almanna- og heilsumálaráðnum, kanst tú senda ein teldupost til: dpo@tinganes.fo.