Margit Stórá, landsstýriskvinna
Margit Stórá (Javnaðarflokkurin) er landsstýriskvinna í Almanna- og heilsumálum.
Margit Stóra er úr Fuglarirði, fødd tann 6. januar 1971. Hon er gift Tormóði Stórá. Tey eiga trý børn og búgva í Havn.
Margit Stórá er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur master í almennari leiðslu.
Margit Stórá hevur verið varastjóri á Landssjúkrahúsinum, hon hevur undirvíst í leiðslu, og hevur eitt skifti starvast í Grønlandi sum konsulentur í heilsuverkinum. Eisini hevur hon starvast sum fulltrúi og virkandi deildarstjóri í Heilsumálaráðnum.
Margit Stórá varð fyrstu ferðu vald á Løgting í 2022. Frá 2022 til 2024 var hon landstýriskvinna í heilsumálum, frá 2024 til 2025 var hon landsstýrikvinna í umhvørvismálum. Hon hevur verið forkvinna í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag og næstforkvinna í Javnaðarflokkinum.
Margit Stórá tók við sum landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum tann 1. desember 2025.